Aftur til ljósið
Í tínum eygum
Blómandi bráið
Ið uggar meg
Og sum fevnir alla stúran
Veit tó - eg eri bara vitjandi

Títt andlit
Er mítt friðskjól
Halga jørð

Tindrandi myrkrið
Endaleysa tøgnin
Nú eg reki
Út í rúmdina
Út úr tínum bláa favni
Veit at hjá tær - eg var ein ferðandi

Halga jørð
Hvør er sum tú
Sum tú
Hvør er sum tú
    Page 1 / 1

    Lyrics and title
    Chords and artist

    reset settings
    OK