Nú allir fuglar rýma Og ræðslan krýnir sorg Trilvi eg til tína Holdmjúku verndarborg Undir gráum himni Nú neyðin aftur týnir Markleys handan høv Flýggi eg inn í tíni Bláoygdu kærleiksbrøv Undir heiðum himni Herjan Býir bløða út Enn bleiktrar hon Í tonkunum Vónin Hetjan Dust og kjøt og húð Enn glampar hann Í toftunum Login Tá tøgnin øllum rúmar Og sokkin eru fjøll Tá reisi eg mær múrar Og bíði einsamøll Undir svørtum himni